Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

MP Teknik: Hitta bæði kundar og veitarar

Jóhann Lützen

Pætur Gerðalíð er sølustjóri í MP Teknik, og hann luttekur eisini á stóru sjóvinnumessuni, ið er í Barcelona í hesum døgum. Hann letur væl at messuni og sigur, at teir hava fingið nógvar fyrispurningar frá útlendskum veitarum og kundum. Eisini føroyskir kundar hava gjørt var við seg, og hetta er orsøkin til, at MP Teknik luttekur á messuni.

Tað hevur eydnast serstakliga væl higartil, sigur sølustjórin hjá MP Teknik, og leggur afturat, at tey hava havt fleiri vitjandi kundar, ið hava havt nógvar fyrispurningar og eru spentir uppá tær ymisku loysnirnar hjá MP Teknik. Samstundis eru tey komin í samband við spanskar veitarar.

Kundarnir hjá MP Teknik hava eisini kunnað hitt veitararnar hjá MP Teknik, har MP Teknik so hevur virkað sum bindilið. Pætur Gerðalíð sigur, at tað er hugaligt og ein fyrimunur at møta og eta saman við fólki, sum teir samstarva við, undir minni formligum umstøðum og kørmum enn vanligt.

MP Teknik luttekur á mongum tøknimessum, men hetta er fyrstu ferð, at teir eru við á hesi messuni, ið burturav er ein sjóvinnumessa.