Stjørnan og Team Klaksvík hava í dag skrivað undir felags trý ára sáttmála við Ivanu Ilic og David Henigman
Stjørnan og Team Klaksvík eru farin í samstarv um ungdómsdeildirnar. Ivana Ilic og David Henigman eru sett sum venjarar hjá øllum ungdómsliðunum hjá feløgunum báðum.
David og Ivana eru longu kend í feløgunum. David sum leikari og ungdómsvenjari og Ivana sum ungdómsvenjari. Tey koma bæði úr Zagreb í Kroatia, har tey hava drúgvar royndir sum ungdómsvenjarar. Tey hava bæði útbúgving á master-støði innan ítrótt.
– Vit ynskja at hjálpa til við at menna bæði feløgini og vit eru sannførd um hetta fer at lukkast okkum. Vit hava nakað at geva og fara nú við góðum treysti undir at menna næstu ættarliðini av hondbóltsleikarum í Klaksvík, siga tey bæði við ein munn.
– Okkara barlast hava vit serliga fingið í hondbóltsfelagnum Metalac í Zagreb har vit hava leikt og eisini vant ung í mong ár, sigur David Henigman.
Sáttmálin er galdandi í trý ár
– Vit hava tosa leingi saman um at samstarva um ungdómsdeildirnar, tí vit halda at tað er hondbóltinum at frama, sigur Súsanna Lydersen forkvinna í Stjørnuni.
– Tiðin er búgvin at vit taka hetta stigið. Vit eru sannførd um at vit fara at fáa nógv burturúr samstarvinum, sigur Óli á Gravarbø formaður í Team Klaksvík.



