Einrøðuleikin “Kom bara inn, eg skal ikki gráta” verður sýndur í Losjan Glotti í Gøtu mikukvøldið 4.mai.
Leikurin lýsir eitt tíðarskeið, tá føroysk børn vóru send á donsk sjúkrahús og stovnar, meðan foreldur teirra vóru eftir í Føroyum.
Áskoðarin verður boðin við inn í eitt ókent landslag, har ein skuldi trúð, at allar brýr vóru brendar, har bara illgras vaks, men so er ikki. Og heldur enn brá av tómleika hoyrist vónleikur…
Hevur tú ikki møguleika at keypa atg.m. á atgongumerki.fo er møguleiki hálvan tíma undan sýning. T.e. við dyrnar í Losjan Glotiin í Gøtu frá kl 1930.
Tað er Ria Tórgarð, sum hevur skrivað leikin, leikstjórna og pallsett. Tónleik og ljóðmynd Edvard Nyholm Debess. Hugskot, yrkingar og frásøgn Jógvan Andrias Joensen.



