Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Fiska kalva við Nýfundland

Oliver Joensen

Í meira enn fýra ár, hava teir báðir, Christian Guttorm Mathiesen og Árni Zachariasen arbeitt fram ímóti at sleppa at royna eftir kalva við Nýfundland. Eftir at tað var komið hartil, at teir høvdu selt skip, fiskiloyvir og sett alt teir áttu í veð, hevur eydnan endiliga verið við teimum. Teir hava nú seinast í apríl mánaða avreitt fyri 4,5 ella 4,7 miljónir krónur har yviri.

Keypa Mascot

Fyrsta stigið var at keypa línuskipið Mascot, sum fekk navnið Borðoyarnes. Meiningin var alla tíðina at sleppa vestur um hav at fiska kalva við Nýfundland, men tað tók sína tíð at fáa loyvi til tess, tí fóru teir fyrst undir krabbaveiðu við Borðoyanesi, men vit høvdu alla tíðina eyguni eftir kalvaveiðu vestanfyri.

Ein roynd

Seint í juli í 2020 fingu vit so endaliga loyvi at fara vestur til Nýfundlands á kalvaveiðu. Krabbaveiðan hevði ikki verið nøktandi, so vit valdu at gevast við krabbaveiðuni og fóru vesturum Atlantshavið fyrst í august í 2020.

Ódn rakti okkum

Fiskaríið var einki at siga við, men her vóru vit fyri eini vanlukku. Vit komu í eina ódn og til alla vanlukku fingu vit ein stóran sjógv og eini 30 tons av sjógvi niður í maskinrúmið. Skipið var nærmast at siga í knúsi. Nú vóru góð ráð dýr. Vit hugsaðu um hvat vit skuldu gera, men valdu at fara at sigla heim. Høvuðsmaskinan gekk, men alt annað var í knúsi, sjálvt annar ljósmotorurin var steðgaður, men vit høvdu ein startluftsmotor, sum kundi halda høvuðsmaskinuna gangandi. Afturat máttu vit sigla allan vegin heim við neyðstýring.

Motorurin steðgar

Somikið  illa vóru vit komnir, at tá vit høvdu fingið springið fast á Klaksvík, steðgaði motorurin og vit máttu hála skipið at kei tað seinasta petti við handamegi.

Skipið í knúsi

Sum eg segði, sigur Christian Guttorm, so var skipið í knúsi. Tryggingin vildi ikki gjalda, góðar 100.000 vildu teir sleppa, men tað munaði lítið til at gera skipið aftur. Tað einasta sum var hjá okkum at gera, var at koyra skipið út á Skála til upphøggingar.

Nú var støðan hjá okkum sera vánalig og útlitini døpur.

Keypa Vesturhavið

Men júst um somu tíð verður línubáturin Vesturhavið lýstur til sølu. Vit báðir, saman við konuni hjá mær , Bárði Christiansson og Kára Rasmussen, fóru so undir at royna at keypa. Vit gjørdu skjótt av og keyptu. Vesturhavið fekk nú navnið Borðoyarnes og bleiv útgjørt til kalvaveiðu við Nýfundland. Bárður og Kári gjørdu eitt stórt arbeiði umborð, við at gera skipið út til kalvaveiðu.

Gekk striltið í byrjanini

Í 2021 fóru vit so yvir aftur. Vit fara tá við “nýggjum” skipi, sum vit ikki kenna væl. Á veg yvir fáa vit trupulleikar, sum gera at vit mugu inn og liggja fyrst í fimm dagar, fyri at fáa tingini í rættlag. Síðani fara vit út aftur, men fáa aftur tekniskar trupulleikar og mugu inn. Hetta ger, at ikki fyrr enn dag nummar 20 har yviri, seta vit fyrstu ferð línuna niður.

Ongin vildi keypa

Ein annar trupulleiki sum vit møttu var, at ongin vildi keypa fiskin hjá okkum har yviri. At enda funnu vit ein keypara í Boston at keypa fyrstu lastina. Men fluttningurin til Boston var ikki bara bara, tí lastbilurin bleiv steðgaður aðru hvørja løtu á ferðini og kravdur eftir ymiskum loyvum. Langt var eisini til Boston, so tá kalvin var komin vegin fram, var góðskan ikki nóg góð.

Okkara vøra høgt mett

Ikki fyrr enn triðja túrin í 2021 kom rættuligt glið á søluna. Fleiri og fleiri keyparar spurdu eftir okkum og ikki fyrr enn triðja túrin í fjør kom rættulig gongd á søluna. Í dag er okkara vøra nógv eftirspurd her, sum hágóðskuvøra.

Lokalir fiskimenn

Her yviri hevur verið nakað av mótstøðu, tað eru serstakliga fiskimenninir her, sum ikki eru so glaðir fyri at vit eru her. Men hinvegin, so møta vit vælvild frá landi av, orsakað av at vit landa veiðu okkara her og skapa arbeiði til fólkið á landi.

Fingu nýtt mót

Tað hevur kosta okkum trimum nógv, at koma hertil. Nú endiliga er ljós fyri framman. Fiskaríið var gott í 2021, so vit fingu hug at halda áfram.

Ikki ótømandi kelda

Men vandi er í hvørjari vælferð. Tað hevur ligið á ljóði , at føroysku frystilínuskipini hava ætla sær hendavegin til somu leiðir, sum vit eru at fiska kalva. Men onki er at ivast í, at um føroysku skipini koma her at fiska, frysta kalvan og fara aftur til Evropa at selja fongin, so steingja kanadisku myndugleikarnir heilt víst havnirnar, tí teir meta at tað kann skaða lokalu veiðuna her, um ein floti av fremmandum fiskiskipum kemur hendanvegin, tí nøgdin av kalva er ikki ótømandi. Úrslitið kann skjótt blíva at ongin fær nakað burturúr og tað hevði verið ein vanlukka fyri okkum, sum hava satsa alt okkara, fyri at blíva góðkendir her og við til at skapa arbeiði á landi her í Bay Roberts.

Gott fiskarí

Um fiskaríið hjá okkum er at siga, at tað hevur verið gott í mars mánaða, vit hava ligið um eitt til 1,2 tons av kalva um dagin og sum sagt so hava vit fiska fyri umleið 4,5 til 4,7 milliónir í ein snøggan mánað.

Satsaðu alt

Sum eg segði, sigur Christian Guttorm, so høvdu vit sett alt sum vit kundu í veð og selt flestu kvotur vit áttu. Í dag hava vit bert hetta loyvið at halla okkum til. Nú vit hava havt ein góðan mánað við inntøkum, er túrurin hjá okkum komin hartil at vit skulu gjalda okkara stuðlum aftur, sum hjálptu okkum á mál.

Samarbeiði

Í telefonini í dag, lótu teir báðir ´Christian Guttorm Mathiesen og Árni Zachariassen heilsa heima. Vit hava tað gott og samarbeiðið gongur sera væl, vit eru skiparar annan hvønn túr. Tá annar er á brúnni, fer hin á dekkið.

Frensurin pantsettur

Eg spurdi Christian Guttorm at enda, hvussu hevur gingið hjá baklandinum hjá tær hesi fýra trongu árini? Eg skal siga tær Oliver, at hevði eg ikki havt eina konu, sum hana eg havi, so hevði hetta aldrin borið til. Hon hevur heilt víst mangan havt tað smátt og sítt at hugsa um, men nú lýsir. Tað vóru eg, Anita og Árni, sum byrjaðu hetta, tað hevur kosta nógv, hevði hon ikki havt tað áræði, sum hon hevur, so hevði alt hetta ikki borið til. Tú kanst taka við í greinina, at sjálvt frensurin hjá okkum er pantsettur.

Harleyfacadeacryl