Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nýggj ætlan á Biskupstøð

Jóhann Lützen

Sum skilst, hevur Áhugafelagið Nólsoyar Páll, søkt Klaksvíkar Kommunu um at friða eitt stórt økið á Biskupstøð. Talan er um økið har kappróðrarneystini standa, niðan móti Betesda og eystur móti Heimavirkinum og Nólsoyar Pálls húsunum.

Ætlanin er at gomlu Gerðaneystini verða bygt uppaftur eins og Biskupstøðin og Tingstøðin báðar verða gjørdar aftur. Økið verður gjørt til stórt torg. Fyri at søguliga økið skal verða fullfíggjað, er ætlanin eisini at endurbyggja Royndina Fríðu, skip Nólsoyar Pálls, og at hetta skal hava pláss á sjónum út frá økinum.

Áhugafelagið vísur á, at hetta verður ein fongur fyri miðbýin, søgan verður varðveitt og økið fær stóra atdráttarmegi, bæði fyri okkara bý og øll vitjandi.

Tað er greitt at hetta ikki kann fremjast uttan so, at staðsetingin av Húsarhaldsskúla Føroya verður aðrastaðir í býnum. Felagið heitir tí á Klaksvíkar Kommunu um at finna hóskandi pláss til nýggja skúlan.

Norðlýsið hevur fingið hendur á tekningunum, ið lýsa ætlanina.