Ein orsøk til at Klaksvíkar Kommuna fór undir nýtt ídnaðarøkið við Borðoyarvík var, at LookNorth hevði eina umbøn liggjandi í býráðnum um bygging av nýggjum virkisbygningi. Hetta var ikki nøkur smátta, men ein bygningur upp á einar 4.000 fermetrar.
Felagið fekk sera jaliga viðgerð í býráðnum tá, og felagnum bleiv sagt, at grundøki til bygningin skuldi standa klár í 2018, 1019.
Nú vit eru í mai 2022 er enn ikki klárt og núverandi formaðurin í Havna- og Vinnunevndini hjá Klaksvíkar Kommunu, Atli Justinussen, kann ikki siga nakað um, nær klárt verður hjá LookNorth at byggja.
Orsøkin er hon, at nú J&K Joensen, byggifelag eru farnir og økið sýnist liðugt, er ikki pláss fyri bygninginum hjá LookNorth. Av LookNorth fingu vit at vita fyri nøkrum døgum síðani, at har manglaðu einir tríggir metrar í breidd at grava út av sunnasta partinum av økinum, har felagið hevur fingið pláss.
Atli Justinussen, formaður í Havna- og Vinnunevndini sigur í dag, at serkøn fólk hava verið á staðnum, og hava tikið stakroyndir av økinum. Vit hava mált í umleið 17 støðum, og niðurstøðan er at har er ov lítið grivið. Í hvussu so er í 8 støðum av teim 17 er ov lítið grivið.
Tá eg spyrjið Atla Justinussen um nær væntast kann at LookNorth kann fara undir byggingina, sigur hann at tað veit hann ikki. Vit fara nú eftir eftirlitinum og krevja at vit fáa tað arbeiðið gjørt, sum vit hava sáttmála um. Hvussu tann leikurin fer kann eg onki siga um í verandi støðu.
Verkætlanin er longu nú fýra fimm ár seinkað, so sigast má at LookNorth hevur havt tol við býráðnum.






