Í kvøld verður dystur í næstbestu deildini í Klaksvík.
KÍ fær vitjan av B36. KÍ liggur á 5. plássi við 10 stigum, meðan B36 er á 9. plássi við seks stigum. Sum skilst verða teir báðir nýggju útlendsku leikararnir hjá KÍ við hendan dystin. Teir hava sitið á bonkinum á besta liðnum síðstu dystirnar.
Dysturin byrjar kl. 20.00.



