Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KJ: – Í ár snýr tað seg um aquakultur

Jóhann Lützen

Tummas Lervig, ið er “sales engineer” hjá fyritøkuni KJ á Kambsdali, sigur, at teir eru við á Atlantic Fair fyri at verða sæddir millum hinar stóru fyritøkurnar. Og tað má sigast at hava eydnast, tí áhugin fyri básinum hjá KJ á stóru sølumessuni hevur verið sera stórur.

– “Vit vilja fegnir vísa fólki, hvat vit fáast við, og akkurát á hesi stevnuni er tað fyrst og fremst innan aquakultur, at fyritøkan spílar seg út”, sigur Tummas. Aquakulturur í hesum sambandi snýr seg um laksaaling á landi og pumpuskipanir, men annars spennir fyritøkan víða, leggur hann afturat.

Stórur áhugi hevur verið fyri básinum hjá KJ, til tíðir eisini nevnt við eldra undirheitinum KJ Hydraulikk, á Atlantic Fair, og fólk spyrja seg dúgliga fyri. Tað eru nógvir ymiskir spurningar, sigur Tummas Lervig, ið letur heilt væl at undirtøkuni fyri teirra bási.