Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Norðlýsið bjóðaði tingfólkunum og landsstýrisfólkunum á Atlantic Fair

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Fleiri tingfólk og landsstýrisfólk hava tikið av inbjóðingini og hava verið í Klaksvík á stevnuna. Tíðin hjá Atlantic Fair hesaferð og gott og væl hálvrunnin, í dag letur stevnan aftur klokkan 17, men í morgin er aftur ein dagur og tað er seinasti dagurin sum Atlantic Fair 2022 er opin, tá er seinasta freist klokkan 16.00 tá dyrnar verða stongdar fyri hesaferð.

Áki í Skemmuni, stjóri á Atlantic Fair sigur, at hann er sera væl nøvdur við talið á vitjandi hesaferð. Veðrið hevur ikki verið til vildar í dag, men hetta hevur ikki forða viðkomandi fólki at vitja, tí sera nógvar vitjanir hava verið í hallunum báðum í dag. Eisini hava fyrilestrarnir verið væl vitjaðir.

Niðanfyri nakrar myndir frá Atlantic Fair í dag: