Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Silas Gaard fekk debut á besta liðnum

Jákup Ósá – Myndir: Oliver Joensen

17 ára gamli lokali leikarin fekk í kvøld sínar fyrstu minuttir á vøllinum fyri besta liðið hjá KÍ.

Silas Gaard hevur síðstu vikurnar vant við besta liðnum, og í kvøld var hann í dystarhópinum. Helst hevur ætlanin verið, at hann skuldi fáa nakrar minuttir, men dysturin bleiv nógv meira spennandi enn væntað, tí KÍ avgjørdi ikki fyrr enn móti endanum av dystinum. Silas kom á vøllin í longdu leiktíðini.

KÍ vann 3-0 og er í hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið á fyrsta sinni síðani 2019.