Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Stuðulstiltak á Fossánesi væl vitjað

Jóhann Lützen

Næmingar, lærarar og starvsfólk á skúlanum á Fossánesi høvdu sett norðoyingum stevnu á Fossánesi í gjár.

 

Tey hava í seinastuni havt Ukraina í huga, tá ið tey í handaverk og list hava klipt, perlað, gjørt smúkkur, málað steinar og gjørt glaslist. Børnini hava fyrr í ár spurt, um tey ikki skuldu gera stuðulstiltak til Ukraina, og lærararnir hildu, at tey skuldu lofta hesum.

Í gjár seldu tey so hesar handvirkaðu lutir, høvdu tombola og eisini eina kafé, sum bjóðaði nógv gott. Børnini høvdu gjørt Rocky road, skúmbollar, smákøkur, muffins og ostakøku. Har afturat kundu nýbakaðar vaflur og aspargessuppa keypast á staðnum.

Privat høvdu eisini leigað sær borð í høllini til loppumarknað. Tað var nógv í at velja og væl av fólki var møtt upp í gul/blá skrýdda skúlanum.

32.067 kr komu inn og allur peningurin fer óskerdur til Reyða Kross Føroya deild.