Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Norðingur vann søguligan sigur á norðoyastevnu

Jákup Ósá – Myndir: Oliver Joensen

Lagt er upp til eitt sera spennandi kappingarár há 10-mannaførum, har nógv bendur á, at tvey 10-mannafør úr Norðoyggjum fara at kappast um føroyameistaraheitið.

Útfrá ódnartøkum so var tað kanska væntandi, at Norðingur hjá NHR fór at verða harðasti kappingarneytin hjá Klaksvíkingi, sum í fjør vann allar róðrarnar við nærum somu manning. Tað bleiv eisini ein spennandi kapping. Havnarbáturin og Eysturoyingur vóru væl við áleið helvtina av teininum, men kappingin um sigurin bleiv millum Norðing og Klaksvíking. Á teimum síðstu 200 metrunum gekk Norðingur betri og vann við knappari hálvari bátslongd.

 


Talan var um søguligan sigur hjá Norðingi. Tí hann hevur ikki luttikið í nýggjari tíð og vit skulu aftur til 1960’ini fyri at finna seinasta sigurin hjá Norðingi. Við hesi byrjanini er lagt upp til eitt sera spennandi kappingarár hjá 10-mannaførum, har Norðingur fekk ein dreymabyrjan í síni fyrstu roynd í nýggjari tíð.

 


1. Norðingur 4.33.27

2. Klaksvíkingur 4.34.14

3. Havnarbáturin 4.40.20

4. Eysturoyingur 4.41.09