Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Hátíðarløta í sambandi við starvsdagar

Atlantic Airways

275 ár í starvi hjá Atlantic Airways

 

Í dag hevur Atlantic Airways skipað fyri hátíðarløtu í sambandi við, at 12 starvsfólk hava starvast hjá Atlantic Airways í ávikavist 20, 25 og 30 ár. Av tí at koronufarsóttin hevur herjað seinastu tvey árini, eru starvsdagar savnaðir saman til stóra hátíðarløtu, ið var hildin á høvuðsskrivstovuni hjá Atlantic Airways seinnapartin í dag. Jóhanna á Bergi handaði blómutyssi og gávur til hesi trúføstu starvsfólk, ið tilsamans hava starvast í felagnum í 275 ár.

 

Jóhan í Niðristovu hevur starvaðast í felagnum í 30 ár. Eystein í Løðu, Hans Erik Jakobsen, Estrid Hansen, Oddbjørg Magnussen og Thora Holm hava starvast í Atlantic Airways í 25 ár, og Kári í Haraldstovu, Rasmus Niclasen, Ellef Ellefsen, Gunnleivur Mikkelsen, Nancy Justinussen og Sigvør Magnusardóttir Debes hava starvast í felagnum í 20 ár. Orsakað av arbeiðsuppgávum, bar ikki til hjá Hans Erik Jakobsen, Kára í Haraldsen og Nancy Justinussen at vera til staðar í dag.

 

Atlantic Airways takkar teimum fyri góða og trúgva tænastu.

 

 

 

Harleyfacadeacryl