Harleywoodpaint
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vit mugu standa saman um Húsarhaldsskúlan

Beinta Løwe, løgtingskvinna, Tjóðveldi

Nýggjur Húsarhaldsskúli skal byggjast. Tað mugvu vit tingfólk, ið eru vald í Norðuroyggjum, standa saman um.

 

Sjálv havi eg áður sett landsstýrismanninum fyrispurning um hetta, og tá varð onki sagt um, at Mentamálaráðið ikki ætlaði at stuðla skúlanum. Tí standi eg undrandi, nú Mentamálaráðið ikki ætlar at stuðla byggingini fíggjarliga.

Skúlar aðrastaðni í landinum hava fingið stuðul til bygging og fingið næmingaheim frá tí almanna.

Tí eigur Húsarhaldsskúlin at fáa somu viðferð. Húsharhaldsskúlin hevur næmingar úr øllum Føroyum, og gagnar tí øllum landinum.

Tí er áheitan mín á øll tingfólk í Norðuroyggjum um, at vit standa saman og verja og stuða Húsarhaldsskúlanum.