Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KFUM & K skótarnir dugnatekin um Ukraina

Jóhann Lützen

Í vár hava KFUM og KFUK skótarnir tikið eitt dugnatekin, har tey hava søkt vitan og lært ymiskt um Ukraina. Eisini hava tey gjørt ymisk fyri at savna pening inn, millum annað savna fløskur, havt foreldrakaffi, hjálpt til heima o.a.

Tað eru skótabólkurin DDS Stenlænderne i Stenløse og hjemmespejd.dk sum hava gjørt “Stuðla Ukraina”-merkið. Við at selja merkið til skótar at taka, hava teir savnað 18.000 kr til Læknar uttan landamørk. 1000 skótar hava verið við til at taka dugnatekini, og tí verið við til at savna pening til at stuðla fólkunum í ukraina.

KFUM og K skótarnir hava havt vitjan av Olgu Loburak, sum er ættað úr Ukrainu. Hon hevur greitt frá og víst ymsikt frá heimlandinum. Teir yngru skótarnir hava savnað steinar, sum tey hava málað við litunum í flagginum hjá Ukraina, hava prýtt vindeyguni í skótahølunum við Ukrainska flagginum o.a. Tey hava bjóðað foreldrini til kaffi, har tey hava selt tað, tey hava gjørt. Eisini hava tey avreitt fløskur fyri at fáa pening. Teir eldru skótarnir hava gjørt plakatir við kunning um Ukraina, og hava hjálpt til heima og hjá skyldfólki, fyri at savna pening inn, umframt at tey hava stuðlað sjálvi.

Tilsamans savnaðu skótarnir 8000 kr, sum varð fluttur til Reyði krossur Føroya. Reyði krossur Føroya hjálpa fólkunum í Ukraina á ymsikan hátt. Skótarnir vilja takka familju og onnur, sum hava hjálpt til við at savna pening inn.