KÍ fær sera torført við at koma víðari úr Champions League.
Lutakast var í dag og har gjørdist greitt, at KÍ skal møta Bodø/Glimt. Bodø/Glimt hevur verið meistari í Noreg síðstu tvey árini og kom í fjórðingsfinaluna í Conference League farna kappingarár.
Á pappírinum eitt sera torført lutakast fyri KÍ, sum á pappírinum ikki eigur at hava nakran møguleika yvir tveir dystir. Fyrri dysturin verður í Bodø 5. ella 6. juli og seinni dysturin í Klaksvík eina viku seinni.



