Álopskendur leikari hevur skift til KÍ
Talan er um 17 ára gomlu Mariu V. Johansen, sum hevur skift frá NSÍ til KÍ.
“Maria er ein sera spennandi spælari at fáa í okkara hóp,” sigur høvuðsvenjarin Jens Wedeborg. “Hon er sera pliktuppfyllandi og er fallin sera væl til í okkara venjingar umhvørvið, har hon venur seriøslt og við ágrýtni. Maria er ein tekniskt dunaligur leikari, sum kann spæla á fleiri av teimun offensivu plássunum, so hennara skifti økir um kappingina um plássini, stendur m.a. á heimasíðuni hjá KÍ.



