Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fer Tobbi at leggja frá sær?

Jóhann Lützen

Tað vóru gátufør orð Torbjørn Jacobsen meldaði út á Facebook fyri lítlari løtu síðani. Hvat neyvt liggur aftanfyri, er ilt at siga, men okkurt bendir á, at borgarstjórin í Runavíkar kommunu ætlar at leggja frá sær – tó uttan at vit skulu taka munnin ov fullan.

Til ber at lesa alt uppslagið hjá Tobba niðanfyri:

Táið Rósan hjá Støkk kom aftur úr Tampere við sera góðum úrsliti fyri fáum døgum síðan, varð eg so seint varskógvaður um komuna, at eg mátti improvisera við ongum manus. Lovaði tá, at annað lag skuldi verða, táið eg fekk høvið at siga nøkur orð, tá árliga fimleikagalla´in skuldi vera í Bylgjuni í næstum. Ja, tað skuldi í grundini vera ein heimspremiera, tí eg ætlaði mær at lesa upp formæli til bókina um Støkk, sum er í gerð, og sum væntandi kemur út í heyst. Felagið hevur í góðari tíð heitt á borgarstjóran, í heimstaði felagsins, um at skriva eina kvøðu ella eitt formæli til bókina.

Eftir nógv fundarvirksemi frá morgunstundini og fram um døgverðan í dag brúkti eg allan seinrapartin at fáa hetta frá hondini. Tað gekk. Tekstur, sum skal meitlast í bók, skal helst vera borðbærur og væl tað. Hvussu tað annars gekst, mega onnur døma um, men betri huglag enn millum hesar ungdómarnar í kvøld í Bylgjuni skal leitast leingi eftir. Ein framúr veitsla.

Tí um vit tala, men ov lítið gera, var tað ein sum tók til. Eg eri ein av teimum, sum hava talað ov mikið og gjørt ov lítið til nyttu. Tí gjørdi eg vart við í kvøld, at hetta helst var mín næstseinasta røða yvirhøvur, tann seinasta verður kanska flutt fram í annaðkvøld. Tí kann tað eisini vera, at hetta formæli ongantíð kemur í umrøddu bók, ella, at onkur annar skrivar kvøðuna/formæli. Politisk tíðarmál eru sum sinuskurvarnar, sum sjóvarføllini, – ein er tíðin at dansa. Hvussu leingi tann dansurin gongur í mínum føri, fara teir næstu dagarnir at siga okkum.

Røðan í kvøld gekk annars undir yvirskriftini: Í gleivstøðu – støkk.

Haðani navnið Støkk 🙂

Harleyfacadeacryl