Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndini

Jákup Ósá

HSF hevur havt aðalfund.

HSF skrivar:

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin
Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.

Tað var Stjørnan og Team Klaksvík, sum skutu Duritu Thomsen upp. Durita er fyrrverandi leikari í Stjørnuni og hevur seinastu árini verið aktiv í felagsarbeiðinum sum foreldur í feløgunum í Klaksvík. Durita tekur sæti fyri Oyvind Brimnes, sum ikki stillaði uppaftur. Andrea Heindriksdóttir hevur tikið seg úr nevndini og tekur fyrsti varalimur Birgir Kass tískil sæti í Starvsnevndini fyri hana komandi árið.

Gunn Ellefsen, forkvinna, stóð eisini fyri vali, men stillaði eingin upp ímóti henni.

Varalimir vóru valdir Djóni Højgaard og Høgni Vilhelmsen.