Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ársins fyrsta pisa á TSK

Jóhann Lützen

Símun Heinesen, ið gongur á Tøknibreytini, hevur í morgun sum ársins fyrsta pisa fingið húgvuna á høvdið. Tað var lærarin í Tøkni A, Jens Pauli Joensen, ið gav honum húgvuna.

Hjartaliga til lukku við húgvuni, Símun.

Prógvini verða, sum siður er og veðrið er til vildar, handað í viðarlundini úti í Grøv mikudagin 22. juni kl. 13. Aftaná er drekkamuður á skúlanum.