Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Prógvhandan fyri pisunum á Tøknibreytini

Jóhann Lützen

Í dag var prógvhandan fyri teknisku studentunum á TSK úti í Grøv. Nógv vóru komin at hátíðarhalda nýfloygdu pisurnar á tøknibreytini, og varð tað tí ein hugnalig løta við felagssangi og røðum. Terji Beder, fyrrverandi næmingur á tøknibreytini, helt røðu og hugleiddi m.a. um, at hann hevði fingið nógv ymisk amboð og førleikar við sær til víðari útbúgving – men hann hevði ikki bara fingið bókliga vitan men eisini sosialar førleikar og hevði knýtt nógv góð vinarbond á tøknibreytini. Finnur Lómstein Petersen og John Selmar Sivertsen, næmingar úr HT3, hildu næmingarøðuna fyri pisurnar, og Hans Jákup á Kósini fekk heiðursprógv og blómur fyri hægsta miðalkarakter og besta prógv.

Eftir prógvhandanina var drekkamuður á skúlanum, har Eyðgunn Samuelsen, lærari á tøknibreytini, helt røðu fyri næmingunum.

Vit ynskja øllum pisunum hjartaliga til lukku við próvnum.