Sum sæst á myndunum niðanfyri, so er Reynsmúli blivin eitt must hjá frítíðarkavarum at vitja. Teir 15 kavararnir frá Klaksvíkar Froskmannafelag, sum vóru niðri á skipinum í gjár, lata sera væl at. Har var nógv lív at síggja, ikki minst smáfiskur og gróður. Væl av skeljadjórum vóru eisini til staðar.
Vit, sum søktu Reynsmúla á sinni og fingu loyvi frá Umhvørvisstovuni til tiltakið, fara nú undir annað stig, sum er at økja um møguleikarnar hjá frítíðarkavarum. Langt frammi er eisini eitt mál um, at einaferð skal fara at bera til hjá øðrum enn frítíðarkavarum at ganga út hagar at síggja við egnum eygum lívið undir havyvirflatuni. Vit vita væl, at tað er høgt mál at seta sær, men vit fara í gongd í góðum treysti. Nú er so lang tíð liðin síðani Reynsmúli var søktur 100 metrar vestur úr lendingini á Norðoyri, so nú er tíð at fara undir næsta leik.
At lív er komið aftur í Klaksvíkar Froskmannafelag, er at fegnast um. Teir hava verið so beinasamir at sent okkum myndir frá kavingini í gjár.
Myndirnar hava teir báðir Andrias Joensen og Bjørn Friður Mikladal tikið:








































