Fríggjamorgunin í farnu viku, kom Norðsøki aftur á Klaksvík undan Íslandi. Teir høvdu verið á snelluveiðu og væl gekst at fiska uppí. Myndirnar niðanfyri hevur skiparin, Heri Vang tikið. Heri sigur í viðtalu í kvøld, at teir fara eftir ætlan aftur til Íslands í annaðkvøld.
Tað var nógv at fáa hendan túrin, í bara tveir dagar fiskaðu vit 40.000 pund, ein dag 21.000 pund og dagin eftir 19.000 pund. Keyparin sigur, at miðalvektin á upsunum vit fingu lá um 5,8 kilo, so tú kanst ætla at tað hevur staði á monnum.
Vit byrjaðu Stoknesgrunninum, men tá vit høvdu roynt í fýra dagar, vóru veðurvánirnar ikki góðar, so vit avgjørdu at sigla heim við teim 66.000 pundunum, sum vit høvdu. Umleið 40-42 tímar er at sigla av íslandsmiðunum og heim hjá okkum.
Jú, sigur Heri Vang skipari á Norðsøka, hetta er helst skjótasti túrur skipið hevur gjørt, við so nógvum fiski, síðani vit keyptu Norðsøka. Eg havi ikki enn fingið endaligu avrokningina, men keyparin sigur at vit høvdu um 16.000 tons av toski og umleið 50.000 av stórum og góðum upsa.
Sum sagt, so er ætlanin at leggja aftur vestur um hav í annaðkvøld.






