Harley
Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Einki savnar hjørtu norðinga betur enn bláa flaggskipið

Norðlýsið

Eitt magiskt mikukvøld, tá ið KÍ endurvann hjørtuni.

Mikukvøldið gjørdi KÍ tað aftur – savnaði okkum enn einaferð.

“Tá vit hittast við vøllin, er gloymt alt stríð tá standa øll saman og rópa á KÍ”. Soleiðis yrkir Niclas Heri Jákupsson um ítróttarliga flaggskipið í Norðoyggjum, og mikukvøldið 13. juli 2022 upplivdu vit tað aftur, sum bara KÍ megnar, nevniliga at savna og sameina allar norðoyingar.

Hetta vakra góðveðurskvøldið framdi besta mansliðið hjá KÍ ein hetjuinnsats framman fyri túsund viðhaldsfólkum, meðan aðrir túsundtals norðoyingar fylgdu dystinum, antin í sjónvarpi, útvarpi ella á netinum.

Ferðslan í Klaksvík var hesa løtuna sum ein stillan sunnumorgun, meðan lokalsamfelagið sat á nálum og helt ondini.

Onkur bilur kom trillandi einsamallur oman Fjósabrekkuna, men bilførarin var í ondini staddur við Djúpumýru, tí tann klára og sterka útvarpsrøddin hjá meistarliga frásøgumanninum, Tróndi Arge, hoyrdist væl og virðiliga út úr bilinum.

Og við Garðavegin stóð ein kendur klaksvíkingur í havanum og klipti runnar. Ivasamt var, hvussu nógv hann hugsaði um grøna vøksturin, tí eisini hann hevði tankarnar hjá bláa liðnum. Hann hevði nevniliga stórar oyrabúffar á høvdinum: – Eg lurti eftir dystinum, kommunikeraði hann uttan at taka oyrabúffarnar av.

Jú fólk kring alla Klaksvík fylgdu KÍ hesa løtuna, meðan kongabláu hetjurnar høvdu besta norðurlendska liðið á knøunum við Djúpumýru.

Stúranin hjá teimum flestu mundi vera, at teir skuldu fáa ein frammaná frá norsku meistarunum.

Men so kom róp í: Mads Bo hevði skorað til 1-0 fyri KÍ! Og løtu seinni fór tað sum eitt suð gjøgnum býin: 2-0!! Jákup hevði skallað innlegg frá Bjartalíð í málið!

Ber tað veruliga til, at meistarin í lítlu Føroyum kann vinna á norska meistaranum?!

Og sjálvt um norsku meistararnir fingu mál upp á eitt ivasamt brotsspark, so fall KÍ-maskinan ongantíð í fátt.

Teir kongabláu kempaðu bókstavliga sum kongar, og teir fingu eisini løn fyri stóra avrikið.

Brølið frá áskoðarunum fór upp á nýggjar hæddir, so tað mundi hoyrast nakrar fjórðingar úr landi, tá ið vinmennirnir, Andreasen og Bjartalíð, enn einaferð funnu hvønn annan við telepatiskum samanspæli, sum bara evnaríkir menn, ið kenna hvønn annan, kunnu megna.

Jóannes legði neyvt upp til Jákup, sum hevði sæð, hvat Bjartalíð ætlaði, og rann í røttu positión framman fyri norska málið, og har snittaði hann hegnisliga bóltin upp undir nettakið og aftur um málmannin, ið stóð sum negldur.

Hetta málið og løtan aftaná, har KÍ trýsti norska meistaran í botn, var hæddarpunktið, og tey túsund kring vøllin brølaðu taktfast KÍ-KÍ-KÍ !!!

Dreymarnir og nervarnir bardust í barmi hesar minuttirnar, har teir túsund áskoðararnir fyltu teir nýggju og framúr góðu karmarnar við Djúpumýru og skaptu eina kókandi grýtu.

Vit kenna restina av søguni hetta kvøldið, har norska meistaraliðið var trilvandi og skelkað, og var tað ikki fyri onkrar avgerandi støðutakanir hjá rumenska dómaranum, so hevði KÍ knógvað norðmonnum.

Hóast tað ikki rakk til víðari luttøku í Champions League, so høvdu dreingirnir hjá Mikkjali norsku meistararnar á knøunum og vístu sítt virði sum ítróttarliga flaggskip norðinga, sum hetta magiska mikukvøldið savnaði okkum enn einaferð.

Harleywoodpaint