Tað verður í løtuni arbeitt við at gera nýggjan depil á Stangavegi 53 í Klaksvík til fólk við seinheilaskaða. Í hesum sambandi var Norðlýsið á gátt í Skálagarði saman við løgtingskvinnuni Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur. Tað var Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur táverandi landstýriskvinna í almannamálum, sum tók stig til nýggja depilin, og tí mettu vit tað vera hóskandi at fara á vitjan saman við henni.
Heildartilboð til føroyingar
Meðan vit vóru á staðnum, vóru menn frá byggifyritøkuni Kanjon í fullari ferð við at innrætta depilin og Elsebeth fegnaðist sum vera man um, at nýggi depilin nú skjótt gerst veruleiki. Um ikki so leingi so hava vit eitt gott heildartilboð til borgarar við seinheilaskaða. Hetta er eitt heildar tilboð til allar føroyingar. Endamálið við deplinum er, at seinheilaskødd fáa lagt tilveru sína í eina trygga og fasta legu við øllum neyðugum stuðli frá starvsfólkum við fakligum førleikum og menniskjansligum eginleikum.
Slóðbrótandi verkætlan
Elsebeth upplýsti , at tað her er talan um eina slóðbrótandi verkætlan, sum ikki áður er roynd í Føroyum. Hetta er eitt sokallað pilotprojekt, har vit fyri fyrstu ferð í Føroyum fáa møguleikan at byggja nakað nýtt upp frá grundini í góðum og ikki minst vøkrum kørmum.
Skyldu at handla
Sum táverandi landstýriskvinna í almannamálum sá eg rættiliga skjótt , at tørvurin á einum slíkum depli var ovurhonds stórur. Tí setti eg mær fyri at nú skuldi eitt heim/bústovnur gerast til fólk við seinheilaskaða. Tá vit sum landstýrisfólk síggja ein tørv, so hava vit skyldu at handla.
Stórur tørvur
Tørvurin á einum stovni sum hesum hevur verið stórur og eyðsýndur í mong ár. Vit vita eisini, at tað árliga leggjast 2 – 4 fólk aftrat, sum verða rakt av seinheilaskaða. Øll verða tó ikki eins hart rakt.
Uppvenjingartilboð til fólk við heilaskaða
Viðvíkjandi uppvenjing til seinheilaskødd upplýsti Elsebeth, at tað frameftir í nógv størri og betri mun verður møguligt at veita uppvenjingartilboð eftir at fólk eru liðugt viðgjørd á sjúkrahúsinum, soleiðis at fólk ikki liggja liðugtviðgjørd á sjúkrahúsinum uttan neyðug tilboð víðari.
Heildarleist fyri rehabilitering
Nógvir føroyingar hava verið til endurvenjing í Danmark ella aðrastaðni. Heilafelagið saman við MEGD hava aftur og aftur víst til tørvin á, at seinheilaskadd fáa í boði eina heildarloysn fyri rehabilitering í Føroyum, og tað fara vit at fáa við hesi loysnini. Tað verður lættari at samskipa og samstarva við sjúkrahúsið um uppvenjing og tað tekur bert 5 min í bili til Klaksvíkar Sjúkrahús.
15 íbúðir í deplinum
Vit vita, at Klaksvíkar sjúkrahús hevur eina góða uppvenjing, sum ikki stendur aftanfyri uppvenjingar aðrastaðni. Uppvenjing verður sjálvsagt eisini á deplinum. Tað verða 15 íbúðir í deplinum, og her koma borgarar at hava fastan bústað, búgva í eitt longri tíðarskeið, ella koma til umlætting eitt styttri tíðarskeið. Íbúðirnar vera í ymsum støddum, umframt at atgongd eisini verður til felags køk og stovur.
Góðar trivnaðarumstøður
Tey sum í framtíðini koma at búleikast á deplinum kunnu njóta eitt fagurt og frítt útsýni. Úr vindeyganum sæst út á Vánna og Pollin og øll skipaferðslan inn og út av Klaksvík kann eygleiðast. Tað sæst eisini út í Kalsoyarfjørð og norður í Haraldsund og Kalsoyggin og Kunoyggin eru fríar og vakrar og ikki minst stórbærar á at líta bæði á sumri og vetri.
Januar 2023
Elsebeth upplýsti til síðst, at hon hevði tosað við leiðaran fyri arbeiðinum í Skálagarði. Hann hevði upplýst fyri henni, at arbeiðið við at gera depilin gekk væl og at arbeiðið bleiv liðugt til ásettu tíðina, tvs í januar 2023.
Góðynski til Skálagarð
Hugnaliga vitjan okkara í Skálagarði var nú komin at enda og Elsebeth ynskti bestu eydnu við nýggju hølunum og framtíðarvirkseminum, sum skuldi húsast í Skálagarði. Tað bleiv spennandi at fylgja arbeiðinum víðari við at seta hølini í stand og at fáa sett starvsfólkahópin innan ymsu starvsøkini





