Manningin fær kreppuhjálp.
Kappróðurin í Sørvági fekk eina óhepna byrjan. Tí undan róðrinum há 6-mannaførum masters, so koppaði báturin Sjóherji. Hetta hendi, tá teir strammaði startin upp, so hesin kom inná Sjóherja, sum koppaði. Øll manningin endaði í havinum, men tíbetur komu allar á manningini aftur umborð á bát, so at eingin vanlukka hendi.
Máldómarin segði við KVF, at manningin bleiv sigld inná málið, har hon fekk kreppuhjálp. Hesin róðurin er avlýstur, men annars byrjar restin av kappróðurin ein tíma seinni, so fyrsti róður verður kl. 16.20.



