Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

SMJ við í milliardverkætlan

Jóhann Lützen

SMJ hevur fingið eitt sera stórt smoltstøð projekt í Norra uppá 50.000 m3 at projekterað

Føroyska fyritøkan SMJ er partur av eini risastórari verkætlan í Noregi, har ein tann størsta smoltstøðin í heiminum skal byggjast.

Talan er um Helgeland Smolt AS, ið umframt at samstarva við SMJ um verkætlanina eisini hevur Overhalla Betongbygg við. Projektið kostar omanfyri eina milliard norskar krónur og smoltstøðin verður meira enn 50.000 m³. Fyri at fáa eina ímynd av, hvussu stórt tað er, kann nevnast, at risastóra smoltstøðin hjá Bakkafrosti á Strond er 29.000 m³.

Anleggið fer at framleiða 6.000 tons av smolti árliga, og smoltið verður av støddini 500 gram til 2 kilo. Arbeiðið byrjar á heysti í ár.

Les meira her.