Fyrrverandi KÍ-leikarin er úr Montenegro og verður til dystin mikukvøldið.
Fyrrverandi KÍ-leikarin er úr Montenegro og verður til dystin mikukvøldið.
Boris Dosljak spældi við KÍ árini 2018-2021. Í 2022 skifti hann til Arsenal Tivat, sum nú spælir í bestu deildini saman við Sutjeska, sum KÍ møtir í 2. umfari í Conference League.
– Sutjeska er eitt gott lið. Síðsta kappingarár vóru teir greiðir meistarar, men síðani mistu teir 10 leikarar og hava fingið nýggjar inn ístaðin. Tað er ikki lætt at fáa eitt gott lið við so stórari útskifting, har ein av teimum bestu eisini er farin. Eg vænti, at tað er 50/50, hvør kemur víðari. Eg kenn dygdirnar hjá báðum og vænti, at tað verður ein ordiligt brak. Eg ynski KÍ tað besta og vóni, at teir koma víðari, sigur Boris Dosjak, sum verður í Podgorica til dystin.
Dysturin byrjar mikukvøldið kl. 20.00. Tá verður sagt frá 28 hitastigum, so KÍ sleppur undan tí heilt ógvusliga hitanum.



