Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Upptakt: KÍ-Sutjeska

Jákup Ósá

Í kvøld standa 2,2 milliónir uppá spæl hjá KÍ.

Til søguna hoyrir til, at ferðaútreiðslur skulu av og hesar eru høgar í hesum døgum.

Fyrri dysturin í Montenegro endaði 0-0 í einum dysti, har KÍ var omaná í málmøguleikum. Hesaferð verður spælt í Klaksvík á triðja sinni í altjóða fótbólti. Hjá KÍ er Jonn Johannessen skaddur, Meinhardt P. Joensen er burturstaddur, meðan ivamál er um René S. Joensen. Odmar Færø er tøkur aftur. Sutjeska gjørdi seks broytingar í síni uppstilling í vikuskiftinum til landskappingardyst, so hugsast ann, at leikarar blivu spardir.

 

Dysturin við Djúpumýrar byrjar kl. 19.00. Dómari verður Christian-Petru Ciochirca.