Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Karl Jacob: Eg hopi og vanti at KÍ fer at leypa á frá fyrsta floyti

Jóhann Lützen

Norðlýsið hevur sett nøkrum fjepparum stevnu at frætta teirra hugsanir um KÍ undan dystinum í kvøld

Karl Jacob Ósá Eliasen er ein av mongu trúføstu KÍ fjepparunum og hann heldur sum Eyðun, at KÍ hevur avrikað væl í Evropa higartil í ár.

– Eg Haldi at tað hevur gingið heilt gott Og tá man hugsar um mótstøðuna vit hava møtt serliga í C.L har vit heilt avgjørt áttu at komi víðari ímóti Bodø/Glimt. Dysturin í Montenegro var eitt sera flott liðavrik har allir arbeiddu sera hart og væl, heldur Karl Jacob

Karl Jacob væntar ein rudduligan sigur í kvøld.

– Eg vanti mær ein góðan og spennandi dyst har vit avgjørt hava ein góðan møguleika at vinna dystin og harvið koma víðari. Eg hopi og vanti at KÍ ferð at leypa á frá fyrsta floyti og fáa eitt skjótt mál og so ferð at kóka við Djúpumyru. Eg tippi 3-1 málini fáa Páll, Deni og Árni, staðfestur Karl Jacob. 

Bjartalíð verður avgerandi sambært Karl Jacob.

– Tað er sera ringt at velja 1 spælara burturúr. Ein Deni plagar altíð at spæla á hægri støði enn vanligt teir stóru dystirnar, so hann er gott boð. Liðskiparin Jákup sær út til eisini at vera meira og meira týdningarmikil teir stóru dystirnar. Í verjuni eru fleiri góð boð og har vanti eg um Odmar spælur, so verður hann avgerðandi. Men mítt besta boð til mest avgerðandi leikarin er Bjartalíð og haldi eg at hann er ígongd við eitt tað besta kappingarári hjá sær nakrantíð. Er sera væl fyri og sær út til at hava eina øgiliga rennuorku og kann fáa alt liði at geva seg tey síðstu 6-8% sum skulu til ein dyst av hasum slagnum. Annars giti eg at allir fara at gera sítt besta fyri at vinna og harvið koma víðari. So vit siga bara KOYR Á KÍ