Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Atgongumerkjasølan er byrjað til KÍ – Ballkani

Norðlýsið

Hóskvøldið tann 11. august skal KÍ spæla seinna dystin í Q3 Conference League.

Dysturin er ímóti FC Ballkani úr Kosovo kl. 19.00 á Tórsvølli.

Tað eru gjørdar nakrar prísbroytingar, sum skulu lætta um hjá barnafamiljum at koma til dyst. Vit ynskja at síggja so mong sum gjørligt, bæði ung og gomul heppa upp á okkara dreingir, tá ið teir skulu spæla fyri møguleikanum at koma í play-off í UEFA Conference League.

Fyri at samla áskoðararnar, so hava vit valt bert at lata eystara skýlið upp í fyrstu atløgu.

Fyri bólkarnar í miðjuni er prísurin hesin:

Vaksin 215 kr + 10 kr. avgreiðslugjald.
Børn 49 kr + 6 kr. avgreiðslugjald.

Fyri bólkarnar úti í síðunum hava vit gjørt ein enn lægri prís, so øll kunnu vera við:

Vaksin 125 kr. + 10 kr. avgreiðslugjald.
Børn 49 kr + 6 kr. avgreiðslugjald.

*Avgreiðslugjald er gjald sum er fyri atgongumerkjaskipanina.

Bólkur 105 er settur av til Bláu Bylgju, og tey kunnu ognast við at seta seg í samband við Bláu Bylgju.

Keyp atgongumerki HER.