Handlarnir í Biskupstorg halda ára føðingardag í dag, og í hesum sambandi bjóða handlarnir kakao og bollar á føðingardegnum.
Heimabakaðir bollar í rúgvuvís og kakao var at fáa, og nógv fólk hevur vitjað í allan dag.
Tiltakið byrjaði kl. 14.00 og endar kl. 18.00 í morgin í dag, fríggdagin.
Løtuna, vit vóru framvið, spældi Hjalti Bogason Støylen guitar.
Skráin:
kl. 14.00: Ragnhild Ellingsgaard bjóðar vælkomin, og sigur nøkur orð um føðingardagsbarnið og veitsluna.
Gestirnir fáa bollar og kakao, og tað eru ballónir til øll.
Kl 14.30-15:00 spælir Hjalti Bogason Støylen guitar.
Kl. 16:00-16.30 kemur Kári Fossdalsá frá X Factor at syngja.
Kl 17:00-17.30 verður country tónleikur við Southern Comforts.















































