Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Við Árna og Stakkavík á krabbaveiðu

Oliver Joensen

Líka síðani tiltakið Føroya Sjómannadagur byrjaði í Klaksvík, hava kørini við livandi fiski á keiini verið eitt trekkplástur. Fyri at royna um vit ikki kundu fáa eitthvørt, helst eitt sindur óvanligt, fóru undirritaði og Árni Zacahriassen norður í Haraldsund, norður ímóti byrgingini við krabbarúsum og eini állarúsu, at royna um eitthvørt fór at koma í.

Agnið var ógvuliga ymiskt, frá svínalundum um makrel og høgguslokk og líka til lambstálg. So er onkkurt løgið djór har um leiðir sum vit settu tríggjar krabbarúsur og eina állarúsu, so skuldi verið góð líkindi fyri onkrum forkunngum.

Andru Poulsen eigur Stakkavík, hann hevði ikki tíð sjálvur, so hann bað okkum báðar bara fara við bátinum, tað bera vit honum stóra tøkk fyri. Hvussu úrslitið verður, tað fáa vit ikki at vita fyrr enn í morgin.

Andru boðaði frá, at dragast skuldi klokkan 07.00 í morgin tíðliga. Orsakin til at Andru kemur við í morgin var helst tí Árni vildi hava meiri vandan mann at manøvrerað enn meg, so vita vit tað.

Niðanfyri nakrar myndir frá túrinumnú seinnapartin: