Nógv vinnulívsfeløg hava staði kring Føroya Sjómannadag. Vit fyrireikararnir til dagin vóru kanska eitt sindur yvasamir um, hvussu tiltakið fór at vera móttikið, nú tað hevur ligið stilt í heili tvey ár. Tað var nógv sum skuldi fáast uppá pláss eftir hetta tíðarskeiði við korona og tí sum har fylgdi.
Men dagurin í dag vísti, at bæði vitjandi og sponsorar til Føroya Sjómannadag hava tikið væl ímóti okkum, og tað fegnast vit stórliga um.
Í kvøld kundu fólkini aftanfyri tiltakið seta seg niður til ein góðan búff, sum slaktarin í SMS hevur givið til dagin. Sløkkiliðsmenn stóðu fyri hagreiðing og servering. Vit takka fyri eina sera hugnaliga løtu eftir ein strævnan dag.
Í morgin er so tann stóri dagurin á skránni og byrjað verður longu klokkan 9.00. Merkið verður vundið á stong klokkan 10.00 og vælkomin til morgunmatarborð á bryggjuni eftir tað.
Meira myndir niðanfyri:











































































































