Tað byrjaðið við fyrileystri mánadagin og endaði í kvøld við togtogan úti í Klaksvík. Dagurin í dag byrjaði við glopraregni men sum dagurin leið kom sólin fram. Formaðurin í Føroya Sjómannadegi tók samanum til endans og var sera væl nøgdur, hann takkaði vinnuni og fólkinum fyri sera góða undirtøku. Tað er onki yvir at dylja, at vit fyrireikarar stúrdu eitt sindur fyri gongdini, nú heili tvey ár eru liðin síðani seinasta Sjómannadag. Vit vita øll at samfelagið er nógv broytt hesi bæði árini, korona og tær avmarkingar sum sóttin hevði við sær, hevur broytt samskiftið okkara millum nógv. Tí var ilt at meta um, hvussu leikur fór at fara á Sjómanadegnum 2022.
Men í kvøld kunnu vit sanna, at undirtøkan hevur valla nakrantíð verið dyggari enn hesa ferð. Vit fyrireikarar síggja tí fram í móti Føroya Sjómannadegi 2023 við góðum treysti.
Niðanfyri nakrar myndir afturat frá í dag:





















































































































































