Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hanus: – “Eg skal bara vera uppií”

Jóhann Lützen

Gleðin yvir at vera við til at skipa Sjómannadagin lýsir úr Hanusi Hansen, tá Norðlýsið hittir hann mitt í rokanum á Sjómannadegnum.

– “Vit hava nóg góð fólk rundan um okkum, so eg skal bara vera uppií”, sigur ein fegin Hanus Hansen, tá hann verður spurdur um, um tað ikki fer við nógvari orku at vera við til at skipa Føroya Sjómannadag.

Hesi góðu fólkini hava verið í sving síðani kl. 6 á morgni leygardagin, og Hanus er síðani komin við, og ætlanin er at fólk standa líka fram til midnátt. Hann sigur, at tað er langt frá bara hann sjálvur, sum skal til fyri at fáa tað at rigga, og at hann hevur fult álit á sínum fólki, og ætlar sær í føðingardag seinni í kvøld. “Hetta er bara stuttligt, og øll eru glað”, sigur Hanus, og tað skínur av honum, at hann veruliga meinar tað.   

 

Harleyfacadeacryl