Kæra samkoma. Kæru norðoyingar og góðu gestir
Nú eru sjómannadagarnir aftur settir á skrá. Dagarnir bera sítt sereyðkenni í mun til onnur tiltøk í landinum, millum annað tí at øll tiltøk á ein ella annan hátt kunnu setast í samband við sjógvin, sjómannin og sjólívið.
Hóast dagarnir taka støðið úr sjónum, so fevna teir samstundis breitt, soleiðis at øll familjan kann luttaka. Fólk, ið beinleiðis eru knýtt at fiski- og sjóvinnuni kunnu luttaka, men eisini øll onnur. Á sjómannadøgunum verða ongin mørk sett fyri luttøku, haraftur ímóti verður nógv gjørt burturúr at gera hetta til ein dag fyri alla familjuna.
At liva við avbjóðingum og í støðugum broytingum!
Ja, hetta er ein veruleiki, ið aftur gjørdist sjónligur hjá flestu okkara og ikki minst hjá teimum, ið virka innan sjó- og fiskivinnuna. Í fyrsta lagi gjørdi “korona” um seg. Í øðrum lagi gjørdust partar av altjóða fíggjarstøðuni ótrygg orsakað av álvarsligari krígsstøðu millum lond.
Ymsu avbjóðingarnar, sum komu úr hesum støðum, korona og kríggj, kunna allar setast í samband við tvey hugtøk, nevniliga; søla og marknað.
Innan fiskivinnu okkara kann ein onkuntíð fáa tað fatan, at tað í fyrsta lagi snýr seg um at veiða, fiska. Annað virksemi kann so koma í aðru røð. Hetta er sjálvandi ikki røtt fatan og eftir nærri umhugsni, so meti eg, at flest øll gerast samd um, at vinnan má lýsast í sini heild, ið er skipað um trý lið;
veiðilið, framleiðslulið og sølulið.
Hesi liðini, sølu- framleiðslu- og veiðilið, eru øll lið í somu ketu. Svíkur eitt lið, ja, so viknar ketan og hini liðini einsamøll gerast ov veik og megna ikki at tryggja burðardyggan rakstur.
Nøkur av teim størstu ivamálunum seinastu tíðina hava verið innan sølu og marknað. Álvarsligir og eymir spurningar hava verið reistir:
Eydnast tað okkum at finna nýggjar marknaðir fyri okkara fiski og fiskavørum, nú góðir marknaðir fara fyri bakka?
Eydnast tað okkum at fáa nøktandi príshækkan í mun til ta kostnaðarhækkan, ið er í hesum døgum?
Vit ynskja øll, at vinnan megnar at møta hesum avbjóðingum, soleiðis at loysnir og broytingar verða framdar, ið stimbra undir framgongd í marknaðinum hóast hóttanir um afturgongd. Evnini at finna loysnir tryggjast best í sterkum søluliði, ið megnar at skipa okkara fiskivinnu í eina góða marknaðarstøðu við nøktandi spjaðing og fjølbroytni, soleiðis at ávísir marknaðir kunna troytast í størri mun enn áður, tá aðrir – fyrr troyttir marknaðir – svíkja.
Í sambandi við sterka marknaðarstøðu skal eg leggja afturat, at hon sjálvandi ikki bert skal tryggjast við ein sterkum vinnuligum søluliði. Politiska skipanin og umsitingin skal eisini taka síni tøk. Hesi tøk fevna millum annað um, at stimbra undir at føroyskar útflutningsvørur fáa nógv viðurkendu góðkanningarnar. Harnæst skal alt arbeiðið innan marknaðaratgongd raðfestast, við tí endamáli at fáa bestu handilsavtalur eins og ruddiligar og einfaldar avtalur á heilsufrøðiliga økinum
—-
Tykkum kunnugt, so eri eg enn lutfalsliga nýggjur í embæti mínum. Tó loyvi eg mær at boða frá, at læran um at síggja vinnuna sum eina størri heild, altíð hevur verið ein partur av mær og tað fer hon eisini at verða í hesum embætinum. Í hesi taluni valdi eg tilvitað at leggja áherðslu á tann alstóra týdningin góð søla og marknaður hava innan fiskivinnu okkara. Áherðslan kann kanska eisini tulkast sum ein áminning um ikki at undirmeta tann týdning, sum eitt sterkt sølulið og góð marknaðarrøkt hava. Vit koma ikki úr tí veruleika, at tað tann, ið keypir og etur okkara fisk, ið tryggjar inntøkurnar til okkum øll, tað veri seg fiskimannin og flakafólki, reiðaran eins og almennu kassarnar.
Kæru gestir!
Sjómannadagar fevna um fleiri dagar. Tó hevur onkur kalla dagin í dag “tann stóra dagin”. Dagurin byrjar við røðum og morgunmatarborði. Seinri verða onnur tiltøk, so sum kappingar av ymsum slag, handan av heiðursmerkjum og nógv onnur forvitnislig tiltøk. Skráin er sera víðfevnd og rúgvismikil
Vegna Føroya landsstýri skal eg takka stigtakarunum fyri, at sjómannadagarnir aftur eru settir á skrá. Dagarnir fevna um kunnandi tiltøk, fyrilestrar og kjak, men eisini um skemt og spæl, ið alt hevur til endamáls at savna okkum í álvara, men sanniliga eisini í skemti og kæti.
Til fyriskipararnar: tøkk fyri at tit skipaðu fyri sjómannadøgum í 2022. Tøkk fyri fyriskipan av sjómannadøgum í mong undanfarin ár.
Til fyritøkur, virki og skip: tøkk fyri at tit aftur í ár hava veitt fíggjarligan stuðul og stuðul á annan hátt, ið tryggja hugsjónina um at skipa “familjudagin” har øll kunnu luttaka, og har allar veitingar og ágóðar eru ókeypis. Hetta haldi eg vera fantastiskt og rós vert.
Til norðoyingar og gestir: góðan sjómannadag verður ynskt tykkum øllum.
Til allar fiskimenn og sjómenn: góðan byr og Guds signing verður ynskt tykkum í tíðum sum koma.
Við hesum orðum lýsi eg sjómannadagin 2022 at vera settan.
Árni Skaale
landsstýrirmaður


