Team Klaksvík fyrireikar seg til komandi kappingarár.
Til komandi kappingarár fara teir flestu lokalu leikararnir eisini at hava sáttmála. Team Klaksvík boðar frá, at nakrir av álitisleikarunum síðstu mongu árini, Vilhelm Vilhelmsen, Jens Pauli Mohr, Beinir Johannesen og Jan Eli Ragnarsson hava gjørt sáttmála fyri 2022/23.
Venjari hjá Team Klaksvík verður framhaldandi Heini Hanusarson.
Meira verður at frætta um hópin hjá Team Klaksvík komandi tíðina.





