Óli Ey. Poulsen spælir neyvan aftur hetta kappingarárið fyri KÍ.
21 ára gamli Óli Ey. Poulsen fekk sítt gjøgnumbrot á KÍ-liðnum heilt afturi í 2018. Men so fekk hann ein keðiligan skaða, og síðani tá hevur hann ikki spælt nógv vegna skaðar. Í 2021 byrjaði hann aftur spakuliga og fekk eftir summarsteðgin fimm dystir fyri besta liðið hjá KÍ. Í ár hevur hann verið nógv skaddur, men í summar sá út til, at hann aftur bleiv tøkur. Hann kom inn til seinna dystin móti Ballkani og skeyt eitt trygt brotsspark. Men tá hann nakrar dagar seinni spældi sín fyrsta landskappingardyst í ár móti AB, so fekk hann eitt brot í fótin.
– Eg skuldi gera eitt knapt rætningsskiftið, tá eg føldi eitt brak í fótinum. Eg breyt fimta metarasal í fótinum. Mest sannlíkt er, at eg ikki spæli aftur hetta kappingarárið, sigur Óli Ey. Poulsen við Norðlýsið.



