Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Aksel V. Johannesen: Ongin uppboðssøla eftir valið*

Jóhann Lützen

Tað var fullsett til Javnaðarcafé á Finastøðini í Klaksvík. At Javnaðarflokkurin er sera væl umtóktur, vita vit frá øllum veljarakanningum, og nú fingu vit eisini sjón fyri søgn, at hann sanniliga eisini er tað í Klaksvík. Sjálvt formaðurin Aksel V. Johannesen var ovfarin av góðu uppmøtingini. Norðlýsið fekk orðið á ein fegnan formann, og hann hevði ein boðskap, ið uttan iva fellir í góða jørð í Norðoyggjum.

– “Hendan javnaðarcaféin á Finastøðini í Klaksvík er tann fyrsta í eini røð av javnaðarcaféum, ið Javnaðarflokkurin fer at halda kring um alt landið frá nú av og í vetur”, sigur Aksel, men leggur doyðin á, at talan ikki er um valcafé’ir, í øllum førum ikki enn.

– “Vit fara at fáa eitt løgtingsval innanfyri eitt ár, og eitt fólkatingsval verður helst rættiliga skjótt”, sigur Aksel, men caféirnar hava verið í umbúna leingi og vórðu útsettar vegna Corona. Formaðurin fegnast sum vera man um bæði uppmøtingina á Finastøðini í Klaksvík og um góðu veljarakanningarnar, har tann seinasta kom so seint sum fyrr í dag og gav Javnaðarflokkinum tíggju tingfólk.

Aksel V. Johannesen helt eina røðu, har hann førdi fram, at onki skil er á sitandi samgongu, og tá vit spurdu hann nærri um, hvat hann meinti við, segði hann, at Búskaparráðið ávarar um undirskotini á fíggjarlógini, og um at almennu útreiðslurnar vaksa ov skjótt, samstundis sum sitandi samgonga strikaði nakrar inntøkur beinanvegin, hon kom til.

Um Javnaðarflokkurin við Aksel á odda fær valdið aftur, so sær flokkurin fyri sær, at samstarvast kann við allar flokkar, og samgonga kann gerast við allar flokkar uttan Fólkaflokkin, tí hann stendur ov langt burturi frá politikki Javnaðarfloksins. – “Tað verður trupult fyri okkum at halda tey lyftir, vit lova veljarunum, um vit fara í samgongu við Fólkaflokkin, tí vit vilja heilt hvør sítt”, sigur formaður Javnaðarfloksins.

Hinvegin heldur Javnaðarflokkurin dyrnar opnar fyri bæði Sambandsflokkinum og Tjóðveldi, og kann fara í samgongu við hvønn av teimum, tað skal vera. Har skulu helst vera 2 stórir flokkar, sigur fyrrverandi løgmaður, ið onki nevnir um smáu flokkarnar.

Aksel V. Johannesen segði eisini nakað, ið uttan iva fellir í góða jørð í Norðoyggjum. Uppboðsølan kemur ikki aftur. – “Kvoturnar, ið eru keyptar á uppboðssølu, eru nú latnar út til onnur, og tær fær man ikki tikið inn aftur, so tað verður ikki uppboðsøla aftur við Javnaðarflokkinum”, sigur Aksel. Men vinnan kann vænta at gjalda meira, tá ið tað gongur væl fyri vinnuna.  

– “Tá prísirnir eru høgir, so halda vit í Javnaðarflokkinum, at uppsjóvarvinnan væl kann lata eitt hægri tilfeingisgjald, og alivinnan kann eisini rinda munandi meira, tá prísirnir har eru høgir”, sigur Aksel, ið eisini sigur tað vera neyðugt at taka meira inn frá vinnuni fyri at fíggja føroyska samfelagið. 

 

 

*) Fyri at rætt skal vera rætt skal nevnast, at Aksel V. Johannesen eisini segði, at um heilt nýggj fiskirættindi komu, so kundi talan gerast um uppboðssølu av teimum. Men verandi kvotur verða ikki tiknar inn og seldar á uppboðssølu, stendur tað til Javnaðarflokkin.