Flestu KÍ áskoðarar mundu væntað ein lættari dyst hjá KÍ í dag á vøllinum á Skála, men so bleiv ikki. KÍ tryggjaði sær sigurin við einum brotssparki og í seinastu minuttunum var Skála um at javna. Nógvi vindurin beint eftir vøllinum gjørdi, at vit fingu onki flótandi spæla frá liðunum, í staðin bleiv vindurin brúktur til bóltar aftur um miðju og verju. Sjálvt um vit ikki fingu ein væl leiktan dyst, so bleiv spenningur líka til dómarin bríkslaði dystin av.
Men KÍ liggur væl fyri við sínum 9 stigum frammanfyri næsta kappingarneytan.


































































