10 ár uttan tap hjá KÍ í Sarpugerði. Nú kann KÍ vinna FM longu komandi umfar.
Tað endaði væl hjá KÍ í Sarpugerði. Eftir ein fyrra hálvleik, har lítið var at skriva heim um, so bleiv seinni hálvleikur meira undirhaldandi. Víkingur kom á odda, men KÍ svaraði skjótt aftur við tveimum deyðbóltsmálum. Fyrst javnaði René S. Joensen eftir trunkaspæl eftir hornaspark. Og tá áleið eitt korter var eftir avgjørdi Árni Frederiksberg við framúr flottum beinleiðis frísparki.
KÍ vann hendan javna og spennandi dystin 2-1. Tað merkir eisini, at tað komandi ár verða 10 ár síðani KÍ tapti ein dyst í Sarpugerði. KÍ er nú 12 stig frammanfyri Víking og bara 15 stig eru eftir at spæla um.



