Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Stjørnan vann á StÍF

Oliver Joensen

Tað gekk javnt á fyrstu løtuna, men so hevði Stjørnan hug at draga frá, og tá 12 min. vóru leiktir, var støðan 9-3 til Stjørnuna. Men so kom stígur í hjá heimaliðnum, og StÍF minkaði støðugt um leiðsluna hjá Stjørnuni. Tá 23 minuttir vóru leiktir, var støðan 13-11 til Stjørnuna, men nærri kom StÍF ikki. Hálvleiksstøðan varð 16-12 til Stjørnuna.

Í seinna hálvleiki gekk meira javnt á, tó var tað Stjørnan sum hevði munin. Seinastu løtuna sá tað út til at kreftirnar gingu undan hjá StÍF, og Stjørnan fekk økt um leiðsluna, soleiðis at endaliga útslitið gjørdist ein greiður til sigur til heimaliðið uppá 29-23. Við sigrinum fekk Stjørnan eina góða byrjan uppá kappingarárið. Komandi vikuskifti skal Stjørnan  til Vágs.

Málini hjá Stjørnuni gjørdu: Jancy Jacobsen 8, Durita Ljóstein Johansen 6, Tóra Eliasen 4, Iulia Nalviko 4, Sonja S. á Bergi 3, Joan Sørensen 2, Mina S. Hendriksen 1 og Malene Madsen 1.

Harleyfacadeacryl