Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Føroyar gjørdu tað ótrúliga móti Turkalandi

Jákup Ósá

Føroyar fingu eitt søguliga flott úrslit móti Turkalandi.

Tað endaði 2-1 til Føroyar í einum spennandi dysti, har øll málini komu í seinna hálvleiki. Føroyar komu á odda 2-0. Málskjúttar vóru Viljormur Davidsen og Jóan Símun Edmundsson. Uppleggini áttu Sølvi Vatnhamar og Jákup B. Andreasen. Mót endanum minkaði Turkaland til 2-1. Føroyska avrikið var sera gott og sigurin var uppiborin. 

Talan er um eitt av bestu úrslitunum fyri føroyskan fótbólt í fleiri ár. Havast skal í huga, at Turkaland, har 85 milliónir búgva, er stór fótbóltstjóð, har leikararnir spæla fyri stór feløg m.a. í Italia, Týsklandi og so í heimlandinum.

Av KÍ-leikarunum spældu Heini Vatnsdal, René S. Joensen, Jákup B. Andreasen og Jóannes Bjartalíð frá byrjan, meðan Mads B. Mikkelsen kom á vøllin. Allir fimm vóru sera eyðsýndir eins og teir flestu á føroyska liðnum vóru.