Øll míni ár sum sílafiskari havi eg hoyrt søgur um parasittar (sníkarar) í føroysku vatnasílum. Serstakliga hava søgur um bendilorm verið at hoyrt.
Á Fjallavatni
Saman við Ásmundi bróður og Árna Zachariassen fór eg ein túr at royna eydnuna vesturi á Fjallavatni.
Vit fingu nøkur síl, eg fekk eitt, sum var 41 cm til longdar. Komin til hús, kruvdi eg sílið og fann út av, at sera nógv og stór rogn vóru í sílinum.
Sníkar
Í samrøðu við ein sílafiskara her á staðnum, var tosað um vánaligu sílaveiðuna í ár, sum eg ætlaði at fara at skriva eina grein um, datt samtalan inn á parasittar í sílum. Hann nevndi tá, at hann eisini fyri nøkrum árum síðani hevði fingið nøkur síl í Fjallavatni, men at ein dani har á staðnum ávaraði hann um, ikki at eta sílini, tí sníkar vóru í teimum.
Eg kannaði øll sílini eg hevði fingið og fann sníkar í “kjøtinum” á øllum, segði sílafiskarin eg tosaði við.
DP Højgaard lívfrøðingur
Hendan kunningin gjørdi, at eg gjørdi av at royna at fáa mítt síl kannað. Eftir at hava ringt ymsa staðni var eg vístur til Dánjal P. Højgaard, lívfrøðing á Havstovuni. Hann var sera fyrikomandi og segði beinan vegin, at sníkar í sílum er ongin trupulleiki.
Ger sum føroyingar
Um tú gerst sum føroyingar vanliga plaga, nevniliga kóka ella steikja fiskin áðrenn tú etur hann, so er als ongin trupulleiki. Til samanlíkningar segði Dánjal P. Højgaard, at eitt nú sandmaðkur í fiski úr sjónum er ein vanligur sníkur, men kókar ella steikir tú, so er heldur ikki sandmaðkurin nakrar trupulleiki.
Ilt í búkin
Víðari segði hann um eitt smábarn, ið hevði etið úr frikadelludeigginum hjá mammuni og hagani hevði fingið sandmaðk í magan. Hann hevði ilt í búkinum í tveir dagar og so var tað liðugt.
Eftir at hava gjørt kanningar av sílinum úr Fjallavatni, sendið DP Højgaard frá Havstovuni mær niðanfyri áhugaverda teldupost:
Viðv. sílinum av Fjallavatni, frá 13. Sept, 2022
Góðan dagin, Oliver!
Fyri gott einari viku síðani síðani komst tú við einum frystum síli (+innvølir) av Fjallavatni. Tú nevndi, at tú ikki tordi at eta tað, tí ávaringar vóru givnar um, at hesi síl høvdu parasittar (sníkar) í sær.
Eg kannaði sílið beinanvegin – og fann bendilorma-larvur á maganum (sjá myndir). Ringdi sama dag til tín um hetta. Nevndi eisini, at tú skuldi fáa eitt meira útgreinað svar seinni. – Og tað kemur nú:
1 Slag av bendilormi: talan er um eina larvu av slektini Diphyllobothrium. Útgreining í slag, krevur arvaligar kanningar – sum vilja taka tíð. Tað finnast mong ymisk Diphyllobothrium-bendilorma-sløg. Nøkur av teimum kunnu liva í sodningarleiðini hjá menniskjum, hundum og hestum.
2 Mynda-tilfar: sjá foto-myndir av síli og innvølum og mikroskop-myndir (2 stk)
3 Lesnaður: sjá viðfesta yvirlit úr Canada.
PS. Vanlig, føroysk kóking/steiking beinir fyri bendilormi – um hann var at finna í vøddunum (men, tann, ið her var talan um, sat uttast á maganum)
Segði altso Dánial Petur Højgaard, lívfrøðingur og granskari á Havstovuni um sílið eg fekk á Fjallavatni.
Niðurstøða mín er altso, at ikki er neyðugt at hugsa so nógv um sníkar í føroysku vøtnunum. Fert tú um sílini, tá tú gerst tær tey til til matna, so er at steikja ella kóka og ikki at gera sushi ella annað rátt burturúr, tí so er als ongin vandi at eta sílini, væl gagnist.
Lítið av laksi
Tað, sum eg veit um veiðuna hjá frítíðarfiskarum í Føroyum er, at sera lítið av laksi hevur verið at fingið við fluguni, pilkinum ella agni higartil í ár. Betur hevur gingist við veiðuni eftir sjósílum.
Bert gitingar
Sílaveiðufólk, sum eg havi tosað við, lata hampuliga væl at veiðuni eftir sjósílum, meðan at sagt verður alla staðir úr Føroyum um sera lítið av laksi. Gitt verður dugliga hví so lítið kemur aftur av tí sum Føroya Sílaveiðufelag setir út av smolti og søgurnar eru nógvar, men bert gitingar.
Legg til merkis
Danial Petur Højgaard sendið mær eisini ein pdf, sum hann nevnir í teldiposti sínum omanfyri,har greitt verður nærri frá sníkum í vatnasílum í Canada.























