Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mjølnir vann 3-1 á Fleyr

Jóhann Lützen

Føroyameistararnir fingu eina flúgvandi byrjan í Tórshavn í dag

So er flogbóltskappingarárið hjá Mjølnir monnunum eisini skotið í gongd. Fyrsti dystur varð ein torfør uppgáva í Tórshavn móti Fleyr. Fleyr hevur styrkt munandi um liðið við Phil Freere úr júst Mjølnir. Og síðani hava teir keypt ein miðjuleikara, men sum tó ikki leikti við í dag, tí loyvini ikki vóru komin uppá pláss. 

Mjølnir legði betur fyri at vann fyrsta sett. Næsta settið vóru Fleyr ordiliga við og vunnu tað. Næstu tvey settini vann Mjølnir, har serliga tað seinna settið, vísti álopsdygdirnar hjá Mjølnir. 

 

Settúrslit. Fleyr 1 – 3 Mjølnir: 19-25, 25-21, 22-25, 16-25