Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Stjørnan havt stovnandi aðalfund

Oliver Joensen

Hondbóltsfelagið Stjørnan hevur higartil verður partur av Klaksvíkar Ítróttarfelag, men hevur seinastu mongu árini virkað sum eitt sjálvstøðug eind bæði ítróttarliga og fíggjarliga. Sostatt hevur tað ikki givið nakra meining framhaldandi at verða partur av Klaksvíkar Ítróttarfelag.

M.a. eftir ynski frá leiðsluni í Stjørnuni hevði Klaksvíkar Ítróttarfelag eykaaðalfund herfyri, har eitt mál var á skránni, og tað var lógarbroyting. Aðalfundurin viðtók at broyta lógir felagsins soleiðis, at endamál felagsins framyvir ikki umfatar hondbólt.

Hetta hevði við sær, at Stjørnan skuldi stovnast um sjálvstøðugt hondbóltsfelag, og tað bleiv gjørt á stovnandi aðalfundi í gjárkvøldið. Skráin fyri fundin var m.a. góðkenning av viðtøkum fyri Hondbóltsfelagið Stjørnan, og væl av nevnd.

Fyrst bleiv uppskot til viðtøkur gjøgnumgingið og góðtikið. Síðani var val av nevnd á skránni. Tað gekk væl at manna nevnd. Viðtøkurnar siga, at í nevndini kunnu vera millum 6 og 10 limir. Í verandi leiðslu hava siti 7 kvinnur, tær eru Súsanna Lydersen, Una Váklett, Annika Arge, Maria Højgaard, Vivi Olsen, Osla Norðá og Sylvia L. Hansen. Tær blivu allar umframt Durita Ljóstein Johansen valdar í fyrstu nevndina hjá nýstovnaða Hondbóltsfelagnum Stjørnan. Sostatt eru tað átta kvinnur, sum nú stjørna Stjørnuni. Nevndin skipar seg á nevndarfundi, sum verður hóskvøldið.