KÍ spældi í kvøld sín besta dyst síðani summarsteðgin.
Frá fyrsta bríksli var KÍ omaná og skapti møguleikar støðugt gjøgnum dystin. Í hálvleikinum var 2-0 til KÍ og úrslitið gjørdist 4-0. Málini skoraðu Jóannes Bjartalíð, René S. Joensen, Jákup B. Andreasen og Páll A. Klettskarð.
07 Vestur-áskoðararnir vóru komnir mannsterkir til Klaksvíkar og skaptu ein framúr stemning, sum ikki er sæddur við Djúpumýrar fyrr í ár, men á vøllinum var einki at gera hjá vágamonnum.
Í finaluini um løgmanssteypið 29. oktober skal KÍ møta Víkingi. Har kann nevnast, at Víkingur verður uttan liðskiparan, Atla Gregersen, sum hevur leikbann vegna tvey gul kort í hálvfinalunum.



