Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

KÍ tryggja sær sæti í steypafinaluni

Oliver Joensen

Stóra áskoðarafjøldin við Djúpumýru fekk ein sera góðan dyst at síggja í kvøld, tá KÍ og 07 vestur hittust í hálvfinaluni um løgmanssteypið. 07vestur fjeppararnir vóru sera nógvir møttir, teir komu til Klaksvíka í fimm bussum. Tað ljóðar har vestan ífrá, at 07 vestur hevði verið á skúlunum í lokaløkinum og gjørt vart við dystin í Klaksvík – og teir hoyrdust og sóust á Djúpumýru. Hetta var ein kærkomin vitjan vestanífrá, ið setti rættuligan fótbóltsdám á kvøldið í Klaksvík.

KÍ vann dystin 4-0 og tað var ikki fyrr enn KÍ byrjaði at fáa hol á málskjótingina at nakað hoyrdist til KÍ fjeppararnar, helst vóru teir kløkkir og ovfarnir av masivu uppmøtingini vestan úr Vágunum. – Eitt kvøld íð seint verður gloymt.