Kvinnurnar hjá Stjørnuni hava ídag verið í Vestmanna og leikt ímóti VÍF. Eftir hálvleiksstøðuna 13-9 til Stjørnuna, endaði dysturin við einum sigri til Stjørnuna uppá 28-25.
Stjørnan fekk eina góðar byrjan og kom á odda 4-0, og hesa leiðsluna hildu tær allan fyrra hálvleik. Stjørnan fekk eisini eina góða byrjan uppá seinna hálvleik. Tá seinni hálvleikur var 6 minuttir gamal, var støðan 17-9 til Stjørnuni, men so hevði VÍF hug at svara aftur og fekk minka nakað um leiðsluna hjá Stjørnuni, men leiðslan hjá Stjørnuni kom ongantíð í vanda, og endaði dysturin við einum 28-25 sigri til Stjørnuna.
Stjørnan hevur nú leikt fýra dystir og vunnið tríggjar og tapt ein, og liggja á triðja plássi við 6 stigum. H71 og Kyndil liggja ávíkavist á fyrsta og øðrum plássi eisini við 6 stigum, men fyri tríggjar dystir. Hesi bæði liðini leika ímóti hvørjum seinni í kvøld.
Næsti dystur hjá Stjørnuni verður á Eiði ímóti EB komandi fríggjakvøld.
Málini hjá Stjørnuni skutu Jancy Jacobsen 7, Tóra Eliasen 5, Iulia Nalviko 5, Ella L. Petersen 3, Malene Madsen 3, Mina S. Hendriksen 2, Sonja S, á Bergi 2 og Durita L. Johansen 1.



